24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Vardar íbúðir

Almanna- og heilsumálastýrið · 341

reglugerð sambært hesi lóg og kann í samráði við Húsalánsgrunnin

gera tekniskar reglugerðir um bjálvingartiltøk, sum eru bindandi fyri

fólk, ið eru metingarmenn ella serliga bjálvingarkøn.

Allar avgerðir hjá Almannastovuni sambært hesi lóg kunnu verða

kærdar til kærunevndina í almannamálum, og avgerðir hjá Húsalánsgrunninum

kunnu verða kærdar til stýrið fyri Húsalánsgrunnin.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin rindar útreiðslurnar sambært lógini.

Ll. nr. 111 frá 03.10.1988

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarmyndugleikin er landsstýrismaðurin í almannamálum.

Málið við lógini er at lata studning til vardar íbúðir hjá avlamisfólki

og eldri fólki, sum hevur fyri neyðini at búgva í vardum og tryggum

umstøðum.

Verða íbúðirnar ikki brúktar til endamálið ella seldar, fellur ognin/

nettoprísurin aftur til landskassan.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin rindar útreiðslurnar sambært lógini.

Kærunevndin í almannamálum

Ll. nr. 47 frá 23.03.1993.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru kærunevndin í almannamálum,

Almannastovan og landsstýrismaðurin í almannamálum.

Í kærunevndini í almannamálum sita tríggir limir, sum landsstýrismaðurin

í almannamálum velur. Hesir eru ein lækni, ein løgfrøðingur

og ein sosialráðgevi. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum

tilnevnir formannin. Í kærunevndini kunnu fólk, sum eru í almennum

starvi á tí sosiala økinum, ikki verða vald til limir.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!