24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Dagpeningalógin

Almanna- og heilsumálastýrið · 325

3. Fíggjarlig ábyrgd

Heimastýrið rindar útreiðslurnar við blokkstuðlinum.

Lb. nr. 102 af 02.03.1988

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Danskir fyrisitingarmyndugleikar hava ikki nógva beinleiðis ávirkan á

dagpeningaøkið í Føroyum. Tó skal danski almannamálaráðharrin

verða tikin upp á ráð, áðrenn heimastýrið ásetir neyvari reglur um

dagpening fyri barnsburð, eins og almannamálaráðharrin í hesum

sambandi hevur heimild at seta galdandi reglur úr gildi. Almannamálaráðharrin

kann eisini gera frávik frá dagpeningalóggávuni í Føroyum,

tá ið altjóða sáttmálar krevja tað.

“Det Færøske Ulykkesforsikrinsråd,“ sum er sett á stovn við heimild

í donskum reglum um vanlukkutrygging í Føroyum, hevur í ávísum

førum til uppgávu at samskipa dagpeningaveitingar í sambandi

við skaðatilburðir, ið samstundis koma undir vanlukkutryggingarlóggávuna,

(arbeiðsskaðar).

Í lógini um dagpening fyri ættleiðing, (sí niðanfyri), er treyt fyri at

fáa dagpening, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava gjørt av, at annað

av foreldrunum skal vera heima hjá barninum ta fyrstu tíðina. Ríkisumboðið

umsitur ættleiðingarlóggávuna og ger av, hvør skal fáa ættleiðingarloyvi,

og undir hvørjum treytum ættleiðingarloyvi verður

givið. Tað er sostatt ein danskur myndugleiki í Føroyum, sum er við

til at gera av, um dagpeningur kann verða veittur í hesum føri.

Føroysku myndugleikarnir á dagpeningaøkinum eru fyrst og fremst

landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og Almannastovan.

Landsstýrismaðurin hevur heimild at áseta høvuðsreglur fyri dagpeningaøkið

innan fyri tær rammur, ið Fólkatingið hevur givið Landsstýrinum

í dagpeningalógini.

Almannastovan umsitur dagpeningøkið sambært dagpeningalógini

og kunngerðum við heimild í lógini.

2. Lóggáva

Sambært heimastýrislógini er dagpeningaøkið, sum partur av almannaverkinum,

eitt felagsmál. Hóast hetta, yvirtók heimastýrið

kortini dagpeningaøkið í 1995 við eini § 9-yvirtøku. Hetta merkir, at

heimastýrið umsitur dagpeningaøkið innan fyri tær rammur, sum

Fólkatingið loyvir, umframt at Fólkatingið kann heimila heimastýrinum

at áseta neyvari, føroyskar reglur um dagpening.

Høvuðslógin á økinum – Lov for Færøerne om dagpenge ved syg-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!