24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 307

Uppgávurnar hjá Innanríkismálaráðnum og Undirvísingarmálaráðnum

er at áseta neyvari reglur á økinum og at virka sum kærumyndugleiki.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen sambært fyriskipanini er at:

1) Geva ljósmøðrum góðkenning.

2) Geva teimum góðkenning, ið hava tikið líknandi útbúgving sum

ta donsku í útlondum.

3) Taka góðkenning frá ljósmøðrum og geva hana aftur sambært

reglunum í „lov om sundhedsvæsenets centralstyrelese,“ (sí

omanfyri).

4) Sundhedsstyrelsen skal almannakunngera allar góðkenningar og

afturtøkur av góðkenningum sum ljósmóðir.

5) Sundhedsstyrelsen skal áseta reglur um virkisøkið hjá ljósmøðrum.

6) Tá ið ljósmóðir vil gevast við sínum starvi, skal hon skrivliga upplýsa

Sundhedsstyrelsen um hetta, og Sundhedsstyrelsen almannakunnger

tað síðan.

7) Sundhedsstyrelsen hevur eftirlit við ljósmøðrunum sambært „lov

om sundhedsvæsenets centralstyrelse.”

Uppgávan hjá fútanum er, at um ljósmóðir gerst sek í grovari ella

endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin átala hetta, og verður

ljósmóðirin tá revsað við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um, hvat krevst av ljósmøðrum og virksemi teirra

í Føroyum.

Økið er felagsmál, og lógin er tí sett í gildi við kongligari fyriskipan

í Føroyum, men er ikki dagførd síðani 1983, av tí at føroyska umsitingin

hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku til tess.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!