24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

28 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kirkjan

liga og fíggjarliga, og tað er týdningarmikið, at hetta samstarv og hesi

rættindi verða varðveitt í eini skiftistíð.

Kirkjan er einasta øki, sum staturin bæði fíggjar og umsitur í dag, og

sum natúrligt er at skipa undir Undirvísingar- og mentamálastýrið.

Lóggávuarbeiðið verður kortini neyvan tað nógva í hesum sambandi,

tí lógarkarmurin um eina føroyska kirkju verður longu fyrireikaður.

Hóast ríkislógartilmæli um nýggjar kirkjulógir vórðu samtykt

í Løgtinginum í 1998, so hevur landsstýrismaðurin í kirkjumálum

eisini sett arbeiðsbólk at fyrireika yvirtøkuna av kirkjuni og at

gera uppskot til føroyska kirkjulóggávu.

Tískil er sannlíkt, at tær nýggju kirkjulógirnar verða avloystar av

eini føroyskari kirkjulóggávu undir øllum umstøðum – sama um fullveldisætlanin

verður sett í verk ella ikki.

Verandi fólkakirkja kostar sambært tølunum frá ríkisumboðsmanninum

uml. 12,6 mió. kr., men torført er at meta um, hvat kirkjan fer at

kosta, tá hon verður føroysk. Kostnaðurin veldst um, hvussu lóggávan

verður orðað, og hvussu fyrisitingin, sum danska kirkjumálaráðið nú

stendur fyri, verður skipað, tá hon verður sett á stovn í Føroyum.

Skúlar, sum virka eftir donskum rammulógum

Fólkaskúlin, frítíðarundirvísingin, handilsskúlarnir, teknisku skúlarnir,

Maskinmeistaraskúlin og Læraraskúlin eru yvirtikin sambært § 9 í

heimastýrislógini. T.e., at heimastýrið hevur fingið ta fyrisitingarligu

ábyrgdina og heimild at seta í verk løgtingslógir á økinum við heimild

í donskum rammulógum.

Síðan yvirtøkurnar hevur Føroya løgting vanliga nýtt heimildirnar

at seta í gildi løgtingslógir innan fyri karmarnar á donsku rammulógunum.

Tískil hevur føroyska fyrisitingin fingið tær neyðugu royndirnar

á økinum. Hvat lóggávu og fyrisiting viðvíkir, metir Undirvísingar-

og mentamálastýrið tí ikki, at trupult verður at laga hetta økið

til fullveldisætlanirnar.

Rammulógirnar fara sjálvsagt úr gildi við fullveldinum, men tær

løgtingslógir, sum hava heimild í rammulógunum, kunnu framvegis

vera í gildi. Tørvur verður ikki á øðrum enn at lýsa lógirnar av nýggjum

sum føroyskar lógir.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!