24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

248 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 6

Á hesum økjum eiga samstarvsavtalur at

verða gjørdar

6.1. Rættindini hjá føroyingum til danskan lestrarstuðul

Flestu føroyingar, sum í dag leita sær uttanlands í lestrarørindum,

velja at fara til Danmarkar. Hesi fara tá úr tí føroysku lestrarstuðulsskipanini

og inn í donsku skipanina, eisini um lisið verður uttan

fyri Danmark. Hóast eingi heilt neyv hagtøl eru um føroyingar, sum

lesa uttanlands, hevur Stuðulsstovnurin við støði í teimum, sum fáa

ferðaískoyti, mett, at uml. 1500 føroyingar lesa uttanlands.

Sum støðan er í dag, hava føroyingar sama rætt, sum aðrir danskir

ríkisborgarar, til lestrarstuðul frá Statens Uddannelsesstøtte. Hvørjar

avleiðingar hesi rættindi fáa, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldi,

er torført at meta um, men hugsast kunnu fleiri møguleikar,

• at rættindi føroyinga til danskan lestrarstuðul fella burtur dag frá

degi

• at rættindi føroyinga til danskan lestrarstuðul fella burtur yvir

eitt ásett áramál, ella

• at føroyingar, sum eru føddir, áðrenn skipan av fullveldi, og sum

tí eru danskir ríkisborgarar, varðveita rættin til danskan lestrarstuðul,

men at teir føroyingar, sum verða føddir eftir skipan av

fullveldi, ikki koma at hava henda rættin

Við støði í talinum omanfyri ber til leysliga at meta um lestrarstuðulsútreiðslurnar,

sum Statens Uddannelsesstøtte hevur av lesandi

føroyingum. Um roknað verður við eini stuðulsupphædd, sum er kr.

3.500 um mánaðin, (hetta er á leið tað, sum fæst frá SU) verður árliga

upphæddin til uml. 63 mió. kr.

Eingin ivi er um, at stórar fíggjarligar avbjóðingar eru á hesum øki

og at ein samstarvsavtala eigur at verða gjørd við danir um hetta

málsøki.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!