24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

292 · Hvítabók – Fylgibind 2

Sjúklingatrygging

Lógin ásetir í høvuðsdráttum reglur um virksemið hjá Sundhedsstyrelsen,

Sundhedsvæsenets Patientklagenævn og Statens Seruminstitut.

Sundhedsstyrelsen, Sundhedsvæsenets Patientklagenævn og Statens

Seruminstitut hava umfatandi uppgávur sambært lógini. Neyðugt

verður við stórari umsiting á økinum, tí lógin setir stór krøv til eftirlit,

kanningar og kæruviðgerð. Mett verður, at hetta er neyðugt, fyri at

heilsuveitingarnar í samfelagnum skulu vera nøktandi og lúka altjóða

krøv.

Við heimild í lógini eru sett í gildi:

– Millumbroytingarlógir, sum eisini eru í gildi í Føroyum, eru: L. nr.

391 af 07.06.1989, L. nr. 369 af 06.06.1991 og L. nr. 494 af

30.06.1993.

– B. nr. 977 af 22.12.1986 om gebyrer for autorisation af visse

personalegrupper indenfor sundhedsvæsenet.

– B. nr. 662 af 14.09.1998 om forretningsorden for Sundhedsvæsenets

Patientklagenævn.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Danir hava fíggjarligu ábyrgdina av økinum. Myndugleikarnir sambært

lógini eru allir danskir og danskt løntir.

Á donsku fíggjarlógini fyri 1999 fær Sundhedsstyrelsen eina

rakstrarjáttan á 127 mió. kr., Statens Seruminstitut fær 77,1 mió. kr.

og Sundhedsvæsenets Patientklagenævn 21,2 mió. kr.

Tað krevur eina gjølligari kanning at meta um, hvussu nógv tað

hevði kostað føroyingum, um økið kom undir føroyskt málsræði.

Anordning om ikrafttræden på Førøerne om patientforsikring.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Landsstýrið hevur ikki tryggingarskyldu sambært lógini, men kann

kortini tekna trygging hjá einum tryggingarfelag, soleiðis sum gjørt

verður í løtuni. (Sjúkrahúsverkið teknar tryggingina).

Tey tryggingarfeløg, sum tekna tryggingar sambært lógini, skulu

gerast limir í donsku Patientforsikringsforeningen.

Klagur um skaðar, sum lógin fevnir um, verða sendar Patientforsikringsforeningen

til avgerðar.

Stýrið í felagnum tekur bert støðu til heildarmál. Í stakmálum tekur

avgreiðsludeildin avgerð. Millum teirra, sum starvast á avgreiðsludeildini,

eru 14 løgfrøðingar. Tá ið avgerð verður tikin, kann Patient-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!