24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

314 · Hvítabók – Fylgibind 2

Forsorgarlógin

Tað einasta, sum ikki er yvirtikið enn, er fíggjarliga ábyrgdin, sum

danski myndugleikin hevur sambært rammulógini. Fólkatingið hevur

tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum útreiðsluskylduna á

nevndu økjum. Sum endurgjald fyri at rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið

blokkstuðul.

Økið er tí felagsmál og verður ikki sermál, fyrr enn heimastýrið

eisini tekur við fíggjarligu ábyrgdini av økinum, ella formliga vil yvirtaka

málsøkið sum sermál.

Arbeiðið við at gera føroyskar løgtingslógir sambært rammulógini

er í gongd, og miðað verður ímóti at allar almannalógir skulu verða

lidnar í 1999.

Lb. nr. 100 af 02.03.1988 om offentlig forsorg, som senest ændret ved

Ll. nr. 177 frá 30.12.1997.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Almannastovan og deildir hennara

í Klaksvík, á Tvøroyri og í Runavík, Tórshavnar býráð, kærunevndin í

almannamálum, ríkisumboðið og landsstýrismaðurin í almannamálum.

Uppgávan hjá Almannastovuni er at umsita ásetingarnar í forsorgarlógini

og hava eftirlit við teimum stovnum, sum forsorgarlógin

heimilar at seta á stovn. Talan kann vera um stovns- og aðrar fyriskipanir

fyri fólk, ið hava serligan tørv á stuðli, so sum røktar-, umlættingar-,

viðgerðar-, og bústovnar fyri brekað og eldri.

Økisdeildirnar hjá Almannastovuni í Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri

umsita forsorgarlógina vegna Almannastovuna. Tórshavnar býráð

og Klaksvíkar kommuna umsita sjálvar ásetingarnar í forsorgarlógini,

tí hesar kommunur hava meir enn 2000 íbúgvar, og Almannastovan

umsitur forsorgarlógina fyri tær kommunur, ið hava minni enn 2000

íbúgvar.

Avgerðir hjá Almannastovuni kunnu innan 4 vikur verða kærdar

til kærunevndina í almannamálum. Ríkisumboðið umsitur sambært

forsorgarlógini uppihaldsloyvi til útlendingar.

Landsstýrismaðurin í almannamálum skal sambært forsorgarlógini

gera kunngerðir, reglugerðir o.a. uppfyllandi lógararbeiði.

2. Lóggáva

Málið við forsorgarlógini er at ráðgeva og leiðbeina í forsorgarligum

og persónligum spurningum og at upplýsa tí einstaka um rættindi og

skyldur eftir hesi lóg. Sambært lógini skal Almannastovan hjálpa fólki,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!