24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

306 · Hvítabók – Fylgibind 2

Ljósmøður

londum. Sundhedsstyrelsen kann taka og geva aftur góðkenning hjá

sjúkrasystrum. Er góðkenning afturtikin, verður hetta almannakunngjørt

av Sundhedsstyrelsen. Sundhedsstyrelsen hevur eftirlit við

sjúkrasystrunum sambært „lov om sundhedsvæsenets centralstyrelse.“

Skrivstovur, sum ávísa sjúkrasystrum arbeiði, eru eisini undir eftirliti

hjá Sundhedsstyrelsen, og Sundhedsstyrelsen skal góðkenna tær, áðrenn

tær sleppa til verka.

Danska Innanríkismálaráðið skipaði í 1996 eitt útbúgvingarráð fyri

heilsuverkið, og hetta ráðið er ráðgevandi fyri Innanríkismálaráðið og

Sundhedsstyrelsen í málum, sum viðvíkja sjúkrasystrum. Ráðið skal

virka fyri, at útbúgvingin hjá sjúkrasystrum altíð lýkur tey krøv, ið sett

verða. Ráðið kann eisini av sínum eintingum taka útbúgvingarspurningar

upp.

Uppgávan hjá fútanum er, at um sjúkrasystir gerst sek í grovari ella

endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútina átala hetta, og verður

sjúkrasystirin tá revsað við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um, hvat krevst av sjúkrasystrum og virksemi

teirra í Føroyum.

Økið er felagsmál, og lógin er tí sett í gildi við kongligari fyriskipan

í Føroyum, men er ikki dagførd síðani 1988, av tí at føroyska umsitingin

hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku til tess.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

Við heimild í lógini er sett í gildi:

– B. nr. 653 af 17.07.1992 for Færøerne om sygeplejerskeuddannelsen

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

A. nr. 10 af 07.01.1983 om jordemødre.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar sambært fyriskipanini eru Innanríkismálaráðið,

Undirvísingarmálaráðið, Sundhedsstyrelsen og fútin.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!