24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

298 · Hvítabók – Fylgibind 2

Sum sæst, er hetta ógvuliga drúgv mannagongd, sum bæði krevur

nógv av umsitingini, og sum ger, at donsku lógirnar ikki fáa gildi í

Føroyum fyrr enn fleiri ár aftaná, at lógin er komin í gildi í Danmark.

Summar av góðkenningarlógunum eru ikki settar í gildi enn. Tað vanliga

er nú, at kongligu fyriskipanirnar verða settar í gildi, men at ov

lítil arbeiðsorka er til at broyta fyriskipanirnar, so hvørt sum hesar

verða broyttar í Danmark. Tí eru føroysku fyriskipanirnar ofta als ikki

dagførdar. Tá samanum kemur, minkar hetta um trygdina hjá føroyska

borgaranum, tí hann má gjalda fyri, at krøvini til heilsustarvsfólk

ikki eru tey somu í Føroyum, sum tey eru aðrastaðni.

Eini ráð at greiða trupulleikan kundu verið, at føroyska heimastýrið

gav dønum heimild til at umsita og lóggeva á hesum øki okkara

vegna, soleiðis at tá ið góðkenningarlóg verður sett í gildi ella broytt

í Danmark, so verður hon sett í gildi fyri bæði Føroyar og Danmark.

Sum er, verður heimildin til at broyta hesar lógir, so at tær samsvara

við føroysk viðurskifti, kortini so at siga ikki brúkt.

Í galdandi stýrisskipanarlóg ber tó ikki til at lata øðrum stati ræðisrætt

á ávísum økjum. Í føroysku grundlógini átti at verið umhugsað

at havt eina reglu, sum líktist § 20 í donsku grundlógini um ræðislát,

(afgivelse af suværenitet). Danir hava latið ES ræðisrættin at áseta

reglur, sum galda beinleiðis fyri danir.

Varð hetta gjørt, høvdu góðkenningarlógirnar altíð verið dagførdar

í Føroyum samstundis sum í Danmark, og føroyingar høvdu spart

nógva umsiting. Orkan, sum nú fer til hetta, kundi í staðin verið nýtt

til annað arbeiði.

Her verður ikki farið nærri inn á tað lógarliga í avtaluni, av tí at

tað liggur á sáttmálabólkinum at fáa greiðu á, hvussu samstarvsavtalurnar

skulu vera lógarliga, herímillum hvussu Føroyar sum sjálvstøðug

tjóð á henda hátt kunnu lata Danmark fáa ræðisrætt.

Tó skal verða viðmerkt, at sambært løgtingslóg nr. 109 frá 17.02.87

um alment kunngerðablað skulu allar lógir verða lýstar í føroyska kunngerðablaðnum

fyri at hava gildi í Føroyum. Hetta má kanska verða

broytt, so at heimild verður givin Fólkatingi at lóggeva um heilsustarvsfólk

í Føroyum, um ráðini, sum omanfyri eru nevnd, verða fylgd.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Fíggjarliga høvuðsábyrgdin av økinum liggur í Danmark. Allir umsitingarligu

myndugleikarnir sambært lógunum eru danskir, t.e., at

umsitingarútreiðslurnar verða goldnar í Danmark.

Tó verður eisini stór orka løgd í at umsita heilsuútbúgvingarnar í

føroysku umsitingini við at tilevna kongligar fyriskipanir og dagføra

hesar. Ringt er tó at seta eina ávísa upphædd á, hvussu nógv hetta

arbeiði kostar føroysku umsitingini, sum er.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!