24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Samandráttur og niðurstøður · 25

Væntandi fer eitt tílíkt samstarv at kosta 120.000 kr. árliga. Í løtuni

rinda vit 70.000 kr.

Vinnuframi. Danska lógin um vinnuframa varð sett í gildi fyri Føroyar

í 1995. Umframt akkreditering, sum nevnt frammanfyri, so virkar

TK-stovan sambært hesi lóg. TK-stovan veitir vinnulívinum ókeypis

ráðgeving. Tann danska lógin fer úr gildi við fullveldinum, so um

hetta virksemi skal halda áfram, krevst nýggj føroysk lóggáva á økinum.

TK-stovan kostar uml. 1,8 mió. kr. at reka. Sum er rindar staturin

2/3 og landsstýrið 1/3 av kostnaðinum.

Verja av havumhvørvinum. Hetta er danskt málsøki, men ríkislógartilmæli

er samtykt, sum flytir allar hesar uppgávur innan fyri føroyska

fiskimarkið til heimastýrið. Tí verður henda fyrisitingin undir

øllum umstøðum føroysk, og neyðugt verður við meirjáttan til

Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Vaktar- og bjargingartænastuna,

sama um fullveldisætlanin verður framd ella ei. Tað ber ikki til at siga,

hvussu nógv hetta fer at kosta.

Vinnumálastýrið mælir til, at landsstýrismaðurin í umhvørvismálum

býtir uppgávurnar av verjuni millum tey avvarandi stýrini.

Tilbúgving. Arbeitt verður í løtuni við at gera føroyska tilbúgvingarætlan

við lógum, sum taka støði í føroyskum fortreytum. Tí verður

danska sivilforsvarslógin, sum nú er í gildi, helst avtikin undir øllum

umstøðum. Í sambandi við broytingina verður neyðugt, at fólk verða

skúlað í øðrum londum, og at avtala verður gjørd við eitt grannaland

um hjálp, um ein heilt stór vanlukka skuldi hent.

Tilbúgvingarøkið er so mikið umfatandi, at stórur partur av tí fevnir

um økir, ið Vinnumálastýrið ikki umsitur – m.a. sjúkrahúsverkið,

løgregluna, Vaktar- og bjargingartænastuna og ymsar privatar felagsskapir.

Avvarandi aðalstýri hava sjálvi ábyrgdina av, at stovnar undir

stýrunum eru fyrireikaðir, um ein tilbúgvingarstøða skuldi tikið seg

upp. Tó eigur eitt einstakt aðalstýri – t.d. Vinnumálastýrið – at hava

ábyrgdina av, at teir ymsu partarnir í eini framtíðar tilbúgvingarskipan

verða samskipaðir. Vinnumálastýrið heldur eisini, at Brunaumsjón

landsins skal hava eftirlit við, at lógirnar um bruna- og bjargingarmál

á landi verða hildnar. Hetta fer møguliga at krevja, at stovnurin

verður útbygdur.

Annars metir Vinnumálastýrið ikki, at tað fer at kosta nakað meira,

at økið verður føroyskt, uttan so at tað verður raðfest hægri í framtíðini.

Umsiting av einkarætti og mynsturlóggávuni. Í Danmark verður

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!