24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

280 · Hvítabók – Fylgibind 2

Uppgávurnar hjá innanríkisráðharranum, (nú heilsumálaráðharranum),

eru at áseta reglur um, at sjúkrahúsið, sum fremur fosturtøkuna,

heilt ella partvíst kann fáa útreiðslurnar í sambandi við fosturtøkuna

endurgoldnar av sjúkrahúsinum, sum hoyrir til økið, har

kvinnan býr.

Staturin kann geva kommunum, privatum feløgum og felagsskapum

fíggjarligan stuðul til at upplýsa fólk um gitnaðarfyribyrging. Tó

ber einans til at fáa helvtina av útreiðslunum til upplýsingararbeiðið

goldnar.

Uppgávan hjá løgmálaráðharranum er at áseta neyvari reglur um,

hvussu lógin verður útint.

2. Lóggáva

Henda lóg snýr seg í høvuðsdráttum um, í hvørjum førum ein kvinna

kann fáa fosturtøku, og hvussu hetta skal fara fram.

Lógin er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Hetta økið er ikki yvirtikið, men stendur á lista A í heimastýrislógini.

Heilsumál kunnu verða yvirtikin, tá ið føroyingar vilja tað. Sum nú

er, er økið danskt, og danir hava umsitingarligu ábyrgdina.

Fyribyrgjandi heilsukanningar og hjálp í sambandi við barnsburð

A. nr. 643 af 09.12.1982 om ikrafttræden på Færøerne af lov om

svangerskabshygiejne og fødselshjælp, som senest ændret ved A. nr.

543 af 30.06.1993 (Eisini broytt við A. nr. 845 af 18.12.1987)

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í heilsumálum,

Almannastovan, Sundhedsstyrelsen, Statens Seruminstitut og heilsumálaráðharrin.

Uppgávan hjá landsstýrismanninum er at áseta neyvari reglur sambært

lógini, at geva kvinnum møguleika fyri ókeypis, fyribyrgjandi

heilsukanningum, meðan tær eru við barn, og barnsburðarhjálp.

Landsstýrismaðurin skal seta tær jarðarmøður og hjálparstarvsfólk,

sum eru neyðug fyri at halda skyldurnar sambært lógini, áseta neyvari

reglur fyri, um jarðarmøður, í samráði við landslæknan, skulu hava

skyldu til at virka aðrastaðir enn á sjúkrahúsi, geva tilboð um vegleiðing

frá lækna um gitnaðarfyribyrging og syrgja fyri, at fólk fær upplýsing

um hesa fyribyrging.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at gera neyvari leiðreglur fyri,

hvussu fyribyrgjandi heilsukanningarnar verða framdar sambært lógini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!