24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

62 · Hvítabók – Fylgibind 2

fyri heimastýrisskipanina. Hetta merkir, at lógirnar, sum omanfyri eru

nevndar, verða settar úr gildi, og gjørd verða føroysk grundlóg og aðrar

stýrisskipanarreglur. Við hesum fyri eyga er sett ein grundlógarnevnd,

sum fer at seta undirnevnd at gera uppskot til føroyska rættarskipan.

Grundlógarnevndin eigur at viðgerða fyrisitingarligu krøvini

og fíggjarligu avleiðingarnar av, at málsøkið kemur undir føroyskt

málsræði. Undirnevndin, sum skal gera uppskot til føroyska rættarskipan,

eigur somuleiðis at viðgerða fyrisitingarligu krøvini og fíggjarligu

avleiðingarnar av, at rættarskipanin kemur undir føroyskt málsræði.

Málsøkið „revsing og fongsulsverk“ er felagsmál. Tað merkir, at talan

er um ríkislóggávu. Ríkismyndugleikarnir fíggja og umsita málsøkini.

Tá ið lógarbroytingar verða gjørda á økinum, verður heimastýrið

eftirspurt sambært heimastýrislógini § 7, og er tað Løgmansskrivstovan/løgdeildin,

ið umsitir tey praktisku viðurskiftini í hesum sambandi.

At málsøkið kemur undir føroyskt málsræði, krevur ikki lógarbroytingar.

Víst verður til 3.4, tá ið hugsað verður um fyrisitingarkrøv

og fíggjarkrøv, tá ið økið kemur undir føroyskt málsræði.

Málsøkið „hjúnalag, børn, løgræði, og millumtjóðaviðurskifti, sum

viðvíkja hjúnaløgum, børnum og løgræði“ er felagsmál. Ríkislóggáva

er sostatt galdandi á økinum, og ríkismyndugleikarnir umsita og fíggja

økið.

Tá ið lógir verða broyttar á økinum, verður heimastýrið eftirspurt

sambært § 7 í heimastýrislógini, og er tað Løgmansskrivstovan/løgdeildin,

ið umsitur tey praktisku viðurskiftini í hesum sambandi. At

málsøkið kemur undir føroyskt málsræði, krevur lógarbroytingar, serliga

á økjum, har avgerðir sambært lógunum kunnu verða kærdar til

myndugleikar í Danmark.

Sum er, nýta ríkismyndugleikarnir um leið fimm ársverk til at umsita

økið. Væntast kann, at sami tørvur verður á arbeiðsorku, eftir at

málsøkið er komið undir føroyskt málsræði. Víst verður í hesum sambandi

til 3.2.

Føroyingar hava ongar royndir av at umsita málsøkið. Tí má verða

hildið, at ríkismyndugleikarnir í eini skiftistíð upp á um leið eitt ár

mugu hjálpa til at umsita økið.

Á málsøkinum „skráir“ er føroysk skrásetingarlóggáva galdandi í yvirtiknum

málum, og hetta økið fíggja og umsita føroyskir myndugleikar.

Skráir hjá ríkismyndugleikum í Føroyum koma undir danska skrásetingarlóggávu,

ið er sett í gildi fyri ríkismyndugleikar í Føroyum. Tó

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!