24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

1.3 Fígging

Løgmansskrivstovan · 47

í fyrsta umfari at verða varðveitt. Sum er, er tað danska direktoratið

fyri kriminalforsorg, sum ger reglur fyri, hvussu virksemið skal vera.

Dómsvaldið

Ongar niðurstøður verða gjørdar um dómsvaldið, tí alt málið verður

viðgjørt í undirbólki undir grundlógarnevndini.

Væntast kann, at á hesum økinum verður gjørd ein samstarvsavtala

í eini skiftistíð.

Torført er at gera ítøkiligar metingar um fíggjartørvin, tá ið málini,

sum nevnd eru omanfyri, koma undir føroyskt málsræði. Nógvir eru

hættirnir at skipa økini, og útreiðslutørvurin verður alt eftir, hvør

háttur verður valdur. Í metingunum er ikki lagt upp fyri munandi

umskipanum ella øðrum tiltøkum fram ímóti fullnýtslu, men eru

at kalla bara metingar av, hvat tað fer at kosta at fáa verandi donsku

skipanir at virka í føroyum. Mett verður um økini hvør sær. Roknað

er við, at eitt ársverk í fyrisitingini vanliga kostar 300.000 kr. í løn

og rakstri, og eitt ársverk í uttanríkistænastu o.tíl. kostar 500.000

kr.

Lógarpartur

Sum nevnt, verður tørvur á at umseta donsku rættarreglurnar til føroyskt,

og økið er rættiliga stórt.

At uttanlandsmál og lóggáva koma undir føroyskt málsræði hevur

við sær, at neyðugt verður at styrkja løgdeildina á altjóðarættarliga

økinum til at sita fyri yvirskipaðum uppgávum.

Væntandi verður tørvur á fýra ársverkum, og kostnaðurin verður

um 1, 2 mió. kr.

Uttanríkistænasta

Kostnaðurin fyri at reka eina fult útbygda uttanlandstænastu er býttur

sundur í trý, (sí kap. 3.1). Ein partur er uttanríkisdeildin, sum

verður mett at kosta 12 mió. kr. Átta av teim 12 mió. eru til heimastarvandi

starvsfólk, og 4 mió. kr. eru til umboðan og keyp av sertænastum

uttanlands. Hetta er ein eykakostnaður upp á 7 mió. kr. aftur

ímóti nú.

Fyri sendistovur og umboðsstovur verður roknað við einum eykakostnaði

upp á 28 mió. kr. Hetta er fyri sendistovu í Reykjavík, Oslo,

Keypmannahavn, London og Washington, og fyri umboðsstovu í

Brússel og New York.

Harumframt verður talan um ein árligan eykakostnað upp á 13

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!