24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

326 · Hvítabók – Fylgibind 2

dom eller fødsel (Socialministeriets lovbekendtgørelse nr. 102 af 2.

marts 1988) – er samsvarandi hesum ein donsk lóg, sum serliga er

smíðað til føroysk viðurskifti. Lógin áleggur Almannastovuni at umsita

dagpeningaøkið og gevur samstundis landsstýrismanninum í Almanna-

og heilsumálum heimild til at lóggeva neyvari um dagpening.

Dagpeningalógin ásetir reglur um m.a.:

1) Hvørjir tilburðir geva rætt til dagpening,

2) Hvør hevur rætt til dagpening,

3) Geografiskar treytir fyri rættinum til dagpening,

4) Krøv um eitt ávíst tilknýti til arbeiðsmarknaðin og

5) Reglur um inntøkugrundarlag og dagpeningaupphæddir.

Hóast galdandi dagpeninglóg er donsk lóg, so eru kunngerðirnar, sum

eru givnar við heimild í lógini, føroyskar. Hetta er tí, at dagpeningalógin

gevur landsstýrismanninum heimild til at áseta neyvari reglur á

økinum.

Lóggevandi heimild landsstýrismansins er víðkað í 1995, sbrt. „Lov

om sociale ydelser på Færøerne (lov nr. 315 af 17. maj 1995),“ ið

áleggur landsstýrismanninum at gera nýggja løgtingslóg um dagpening

fyri sjúku og barnsburð.

Landsstýrismaðurin hevur eisini nýtt sínar lóggevandi heimildir á

dagpeningaøkinum til í 1994 at gera løgtingslóg um dagpening í sambandi

við ættleiðing, (sí løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 1994 um dagpening

við ættleiðing). Lógin staðfestir, at ættleiðing eisini gevur rætt

til dagpening, men vísir annars til vanligu reglurnar í dagpeningalógini.

Sum liður í avtaluni við Danmark frá 1995, (sí „lov nr. 315 af 17.

maj 1995 om sociale ydelser på Færøerne),“ hevur

landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sett arbeiðsbólk at

endurskoða dagpeningaskipanina og leggja fram uppskot um nýggja,

føroyska dagpeningalóg.

Landsstýrismaðurin miðar ímóti at leggja uppskotið fyri Løgtingið

á sumri 1999.

Yvirlit yvir lógir og kunngerðir, sum galda á dagpeningaøkinum:

– Lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel

(Socialministeriets lovbekendtgørelse nr. 102 af 2. marts 1988)

– Løgtingslóg nr. 77 frá 17. mai 1994 um dagpening við ættleiðing.

– Kunngerð nr. 51 frá 26.03.1993 um læknaváttanir í sambandi við

umsókn um dagpening fyri sjúku ella skaða.

– Kunngerð nr. 51 frá 26.06.1979 um dagpening við seinni

broytingum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!