24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

48 · Hvítabók – Fylgibind 2

1.4 Annað samstarv

mió. kr., sum er til limagjøld í teim millumríkja felagsskapum, sum

mett verður, at Føroyar mugu verða limir í.

Sivilrættarmál

Til at umsita sivilrættarmál verður mett, at tørvur er á fimm ársverkum.

Kostnaðurin fyri hetta verður mettur til 1,5 mió. kr. í alt.

Mett verður, at ein skipan við serligum føroyskum heimarætti og

útlendingalóggávu krevur fýra ársverk. Tað eru um leið 1,2 mió. kr.

um árið.

Løgreglan

Tann parturin av løgregluni, sum nú er í Føroyum, kostar 45 milliónir

í beinleiðis rakstri. Harafturat kemur ein fjaldur kostnaður, ið verður

mettur at vera 8,4 mió. fyri leiðslu og sertænastur, 2,6 mió. fyri útbúgvingar,

5 mió. fyri serligan greiningarkostnað og 1,5-2 mió. fyri

starvsfólk, ið taka sær av millumtjóða samstarvi. Hetta eru í alt um

leið 63 mió. kr.

Varðhaldið

Í varðhaldinum starvast 12 fólk. Varðhaldið kostar, sum er, góðar 4

mió. kr. at reka árliga. Til tess at tryggja langtíðarfangum nøktandi

umstøður, verður tørvur á peningi til starvsfólk og íløgur. Tó er

ómøguligt við núverandi upplýsingum at meta um hesa upphædd.

Kriminalforsorgin

Kriminalforsorgin kostar 1.041 mió. kr. at reka árliga. Mælt verður til

at skipa kriminalforsorg á sama hátt, sum nú. Aftur at teim uppgávum,

sum Kriminalforsorgin nú røkir, kemur uppgávan at seta upp

arbeiðsreglur fyri stovnin. Mett verður, at talan verður um eitt hálvt

ársverk. Kostnaðurin í alt verður sostatt mettur til um leið 1,2 mió.

kr.

Formligt og óformligt samstarv

Hóast økini eru stór, er formliga og óformliga samstarvið millum føroyskar

og danskar myndugleikar sera avmarkað, (sí kap. 2.3). Talan

er um økini uttanlandsmál og løgmál.

Í uttanlandsmálum eru ávísar formligar avtalur um t.d. skipan við

einum serkønum embætisfólki í føroyskum viðurskiftum í danska

uttanríkismálaráðnum, ávísar starvssetanir av føroyskum embætisfólkum

í Uttanríkismálaráðnum og sendistovum tess og skipan við

føroyskum samráðingarnevndum. Harumframt er sett ein uttanríkis-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!