24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

86 · Hvítabók – Fylgibind 2

Neyðsendardeildin

Varaløgregluovastin er dagligur leiðari á deildini og samstundis varamaður

fyri løgregluovastan.

Deildin hevur sum hin einasta í landinum varðhald alt samdøgrið,

og hevur eisini alarmsentralin.

Deildin ger varðferðir, loysir neyðsendaruppgávur og fremur málsviðgerð

í egnum øki. Tá ið tænastan loyvir tí, verða varðferðir eisini

gjørdar í hinum økjunum.

Rannsóknardeildin

Løgreglukommiserurin er dagligur leiðari.

Deildin fremur, sambært arbeiðsbýtinum millum rannóknardeildina

og neyðsendardeildina, rannsóknir í kriminalmálum í økinum hjá

høvuðsstøðini. Herumframt hevur deildin umsjón við rannsóknum og

málsviðgerð í kriminalmálum á hinum løgreglustøðunum, og kann í

serligum førum átaka sær leiðsluna og rannsóknina í slíkum málum.

Fyrisitingardeildin

Ein varaløgreglukommiserur er dagligur leiðari á deildini, sum virkar

fyri alt landið.

Hinar støðirnar

Á hinum støðunum kring landið, í Klaksvík, Runavík, Vestmanna,

Miðvági, á Sandi og á Tvøroyri, eru sýslumennirnir støðleiðarar.

Sýslumaðurin hevur tilvísing til løgregluovastan í øllum málum;

men vísir tó í øðrum enn løgregluuppgávum fakliga til viðkomandi

myndugleika.

Løgregluovastin skal hava boð um álvarsamar løgregluuppgávur –

um so skal vera, umvegis vakthavandi á høvuðsstøðini. Hesar uppgávur

eru t.d., tá ið leitað verður eftir fólki, fólk verða funnin deyð,

ferðslumál, har onkur er deyður ella illa skaddur, aðrar deyðsvanlukkur,

mál um álvarsaman kriminalitet og annars mál, sum serligt eftirlit

skal verða havt við.

Tørvar eini støð hjálp, skal hon biðja løgregluovastan um hana –

um so skal vera, umvegis vakthavandi á høvuðsstøðini.

Av støðnum verða gjørdar varðferðir, neyðsendaruppgávur verða

loystar og málsviðgerð verður framd í egnum øki. Harumframt kannar

støðin í Miðvági ferðafólk og pass á flogvøllinum.

Lítla fólkaundirlagið – og samsvarandi lítla manningin í smærru

økjunum, serliga í Vestmanna og á Tvøroyri, bera við sær ógvuliga

skiftandi arbeiðsbyrðu, soleiðis at ikki ber til at leggja fastar vaktir

langa tíð frammanundan, og av hesum verður eftirregulerað við eyka

frídøgum, alt eftir, hvussu arbeiðsbyrðan hevur verið.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!