24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 369

landinum, og sum kunnu skapa ein stabilari arbeiðsmarknað, men

sum samstundis hava við sær meirkostnað fyri land og kommunur.

Góðkenningarlógirnar

Ein góðkenningarlóg er lóg, sum ásetur krøvini til góðkenningarnar

hjá heilsustarvsfólki. Lógirnar áseta reglur um, hvørji krøv verða sett

til heilsuútbúgvingina, hvør hevur rætt til at fáa góðkenning sum

heilsustarvsfólk, og hvørji krøv verða sett teimum aftan á, at tey hava

fingið hesa góðkenning. Sundhedsstyrelsen hevur fakliga eftirlitið við

øllum góðkendum heilsustarvsfólki.

Góðkenningarlógirnar byggja allar á altjóða krøv til heilsuútbúgvingar.

Krøvini til heilsuútbúgvingar eru tey somu í øllum londum í

ES og EBS.

Góðkenningarlógir eru felagsmál, og verða tí settar í gildi í Føroyum

við kongligari fyriskipan.

Góðkenningarlógirnar vórðu ikki tiknar við í rammulógina um

heilsuverkið, av tí at mett varð ikki, at føroyska heimastýrið hevði tað

neyðuga fakliga innlitið á økinum til at áseta føroyskar reglur, og

heldur ikki megnaði at halda skipanina við líka við at seta neyðugar

lógir í gildi, at dagføra tær og hava fakligt eftirlit við heilsustarvsfólki.

Høvuðsfyrisitingina sambært lógunum hava heilsumálaráðharrin og

Sundhedsstyrelsen. Ein lítil frágreiðing um hesar myndugleikar kundi

verið viðkomandi í hesum sambandi:

Heilsumálaráðið er ovasti fyrisitingarligi og politiski myndugleiki á

heilsuøkinum í Danmark. Áðrenn Heilsumálaráðið varð stovnað,

hevði Innanríkisráðið allar uppgávur tess. Har, sum í donskum heilsulógum

stendur Innanríkisráðið, er tað sostatt sum oftast Heilsumálaráðið,

sum umsitir uppgávurnar nú.

Í Heilsumálaráðnum arbeiða uml. 160 starvsfólk. Heilsumálaráðið

er skipað í tríggjar deildir við til samans 8 fakøkjum. Rakstrarjáttanin

fyri fíggjarárið 1999 er 103,1 mió.kr.

Sundhedsstyrelsen er stýrið undir Heilsumálaráðnum, sum er

samansett av sakkønum á heilsuøkinum. Sundhedsstyrelsen virkar

leyst av Heilsumálaráðnum og hevur tær heilsufakligu uppgávurnar

á heilsuøkinum um hendi. Rakstrarjáttanin fyri fíggjarárið 1999 er

127,0 mió.kr.

Sum er, hevur føroyska umsitingin stórar trupulleikar við at dagføra

góðkenningarlógirnar. Tað krevur størri umsiting, um hetta arbeiði

skal verða gjørt til fulnar.

Tá ið góðkenningarlógirnar verða settar í gildi ella dagførdar, verða

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!