24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1.5 Samandráttur

4 – Hvítabók – Fylgibind 2

Løgmansskrivstovan · 49

málanevnd sambært setningi, sum Føroya løgmaður og danski uttanríkismálaráðharrin

hava givið í felag. Eisini er formliga ásettur árligur

fundur millum Føroya løgmann og danska uttanríkismálaráðharran.

Óformligt er samskifti um t.d. almenna kunning frá ávikavist

danska uttanríkismálaráðnum og ríkisumboðsmanninum í Føroyum

um uttanríkisviðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri Føroyar. Eisini er

samskifti um fyrispurningar úr Føroyum um ávís uttanríkisviðurskifti

og sínámillum kunning um málsviðgerð av áleikandi føroyskum

uttanlandsmálum.

Í løgmálum samstarva føroyskir og danskir myndugleikar beinleiðis

um ríkislóggávu, sum skal setast í gildi í Føroyum. Hetta er í sambandi

við, at heimastýrið ummælir ríkislógartilmæli. Harumframt er

Løgmansskrivstovan við í arbeiðinum í nevndini, sum løgmálaráðharrin

hevur sett til at gera uppskot til føroyska rættargangslóg.

Væntast kann, at Løgmansskrivstovan fer at hava ein virknari lut í

arbeiðinum hjá ríkismyndugleikunum í sambandi við Schengansamstarvið

og nýggju útlendingalógina, sum ætlanin er at seta í gildi fyri

Føroyar.

Hvat skráseting viðvíkir, hevur Skrásetingareftirlitið óformligt samstarv

við Registertilsynet í Danmark. Samarbeiðið hevur serliga snúð

seg um viðgerð av skráum hjá ríkismyndugleikunum og skráseting í

sambandi við nakrar privatar verkætlanir, har upplýsingar eru savnaðar

í Føroyum, og edv-viðgerðin er farin fram í Danmark. Skrásetingareftirlitið

hevur eisini vent sær til Registertilsynet, tá ið ivi hevur

verið um, hvussu okkurt mál skuldi viðgerast.

Millumlandasáttmálar

Um lóggávu, í sambandi við at uttanríkismál koma undir føroyskt

málsræði, er at siga, at allir millumlandasáttmálar av sær sjálvum fara

úr gildi fyri Føroyar í somu løtu, tær verða skipaðar sum fullveldi.

Undantiknir eru tó fullveldissáttmálin og marknasáttmálar.

Sambært galdandi millumtjóða rætti kunnu føroyskir myndugleikar

í hvørjum einstøkum føri gera av, hvør av galdandi sáttmálum skal

verða settur í gildi aftur fyri Føroyar. Her er tó at hava í huga, at lóg,

ið er sett í gildi fyri Føroyar, í sambandi við at millumlandasáttmáli

er settur at galda her, verður ikki ávirkað.

Í alt kann talan verða um at seta um leið 172 starvsfólk, um roknað

verður við teim fólkunum, sum eru beinleiðis fíggjað úr Danmark.

Harumframt verður roknað við 36 fólkum til eina fult útbygda

uttanlandstænastu, har mett verður, at trý ella fýra verða sett um árið.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!