24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

2. Fíggjarmálastýrið

Samandráttur og niðurstøður · 15

Sitandi samgonga hevur gjørt av, at vit í sambandi við fullveldi skulu

samráðast við danir um, hvussu gjaldoyraviðurskifti Føroya skulu

skipast í framtíðini.

Ætlanin er ikki at tað føroyska fullveldið skal hava egið gjaldoyra,

men at Føroyar verða knýttar at gjaldoyraskipanini hjá einum øðrum

landi – helst Danmark.

Hóast hetta, verða týðandi spurningar at taka støðu til, tá ið londini

skulu gera sáttmála. Tað kann t.d. skjótt henda, at stórar broytingar

verða á danska økinum, sum fara at krevja eina sjálvstøðuga, føroyska

støðutakan. Sum dømi er at nevna, at ger Danmark av at nýta evruna

í staðin fyri donsku krónuna, so mugu føroyingar taka støðu til, hvat

gjaldoyra vit skulu brúka.

At restin av penga- og kapitalmarknaðarøkinum verður føroyskt

málsøki, fer í einum føroyskum fullveldi at seta krøv til bæði lóggávu,

umsiting og fíggjarliga ábyrgd.

Lóggáva um fíggjarstovnar

Gongdin í heimsbúskapinum hevur leingi verið tann, at londini hava

roynt at beint burtur allar forðingar fyri altjóða handils- og fíggjarsamskiftinum.

Tí er neyðugt, at londini hava álit á peningakervinum hvør hjá øðrum,

og tað verður tryggjað við eini einfaldari og gjøgnumskygdari

lóggávu og umsiting.

Tá farið verður at gera føroyska lóggávu á økinum í einum føroyskum

fullveldi, er tí avgerandi neyðugt, at hon fylgir lóggávu í øðrum

londum. Verður nakar ivi um føroysku reglurnar, verður samstundis

ivi um, hvussu tryggir teir føroysku peningastovnarnir eru.

Hendir tað, verður trupult hjá teimum, og harvið eisini vinnulívinum

og samfelagnum annars, at arbeiða út um landoddarnar við nøkrum,

sum hevur við peningsfæ at gera.

Bæði ES-lond og lond, sum hava avtalur við ES, hava lóggávu, sum

fylgir ES-fyriskipanum. Fyriskipanirnar verða í hesum londum roknaðar

sum minstukrøv, og londini hava skyldu at fylgja teimum. Hetta

eiga Føroyar eisini at gera.

Hvat viðvíkir kredittøkinum, kunnu Føroyar eisini tilevna lógirnar

við støði í ES-fyriskipanunum. Ein annar møguleiki er tó, at galdandi

danska lógin um bankar og sparikassar í Føroyum verður føroyskað

og dagførd. Á henda hátt fara Føroyar eisini at fylgja minstu krøvun-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!