24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

180 · Hvítabók – Fylgibind 2

Lóggáva: Talan er um tríggjar danskar lógir. „Lov om erhvervsfremme“

ásetir í § 10 reglur um mátieindir, mátihátt, eftirlit o.a. „Anordning

om metrisk mål og vægt“ ásetir hugtalslýsingar fyri mát og

vekt, og reglurnar um „Justerreglementet“ áseta galdandi rætt á økinum.

Talan er um at fylgja góðkendum altjóða mát- og vekteindum, og skal

føroysk lóggáva á økinum fylgja slíkum.

Fíggjarviðurskifti: Eitt starvsfólk á Arbeiðseftirlitinum hevur um

hendi uppgávurnar viðvíkjandi hesum lógum. 65% av arbeiðstíðini

fer til at røkja uppgávunar viðv. mát og vekt, og hini 35% av arbeiðsorkuni

verða nýtt til uppgávur hjá Arbeiðseftirlitinum.

Skulu vit røkja hesa uppgávu sjálvi, verður, umframt løn til eitt fólk,

talan um at gera íløgur í útgerð o.a. Økið er brúkarafíggjað, og tí standast

ongar beinleiðis almennar útreiðslur av, at økið verður føroyskt.

1.9. Ráevni í undirgrundini

L. nr. 181 af 08.05.1950 om efterforskning og indvinding af råstoffer i

kongeriget Danmarks undergrund.

A. nr. 259 af 07.06.1963 vedrørende udøvelsen af dansk højhedsret

over den kontinentale sokkel.

Fyrisitingarmyndugleikar: Fyrisitingarligur myndugleiki er Vinnumálastýrið,

(oljumáladeildin). Eftir løgtingslóg um kolvetnisvinnu frá

1998 kann Landsstýrið veita loyvi til forkanningar, leitingar og útvinningar

í sambandi við kolvetni á føroyskum øki, og kann seta eina

ørgrynnu av treytum í hesum sambandi. Danska undirgrundarlógin

frá 1950 kann gerast virkin, um talan verður um at gagnnýta annað

náttúrutilfeingi enn kolvetni, og var tað orsøkin til, at kolvetnislógin

ikki setti donsku lógina frá 1950 úr gildi. Lógin vísir til „Ministeren

for offentlige arbejder,“ (nú Orkumálaráðið), og DGU, (nú GEUS),

sum fyrisitingarmyndugleikar. Lógin skal tí verða lisin á tann hátt, at

Landsstýrið verður sett inn, har lógin talar um „regeringen.”

Lóggáva: Danska lógin frá 1950 er bert í gildi í Føroyum, tí í Danmark

er komin nýggj undirgrundarlóg frá 1981, við seinni broytingum.

Lógin tilskilar, at ráevni í undirgrundini í danska kongsríkinum

er ogn hjá danska statinum, og at danski staturin hevur einkarrætt til

leiting og útvinning av ráevnum o.s.fr. Fyriskipanin staðfestir danskan

yvirvaldsrætt yvir landgrunninum í sambandi við leiting og útvinning

av náttúrutilfeingi.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!