24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

8 · Hvítabók – Fylgibind 2

lagingararbeiði, sum má verða gjørt, skal fullveldisætlanin setast í

verk.

Arbeiðið er skipað undir hvør sínum landsstýrismanni; men Løgmansskrivstovan

hevur saman við einum umboði fyri hvørt aðalstýri

samskipað tað, soleiðis at støði er tikið í einum felags leisti.

Tað hevur kortini ikki verið mett neyðugt at brúka tíð og pengar

upp á at tillaga formin í frágreiðingum til hvørja aðra, og talan er tí

um seks sjálvstøðugar partar, sum ikki eru heilt eins í formi. Men allir

bólkarnir hava hildið seg til og roynt at greitt tær uppgávur, sum

landsstýrismaðurin setti teimum.

Fyri at forða fyri misskiljingum í teirri politisku viðgerðini, vilja vit

í sambandi við framløguna gera vart við nøkur viðurskifti.

1) Lesarin eigur at hava í huga, at greiningin hevur tikið støði í verandi

viðurskiftum. Metingarnar av, hvussu nógv økini fara at kosta,

og hvussu nógvum starvsfólki tørvur verður á, tá tey gerast føroysk,

taka støðið í, at økini verða yvirtikin sum tey eru skipað nú – t.e.

aloftast eftir danskari fyrimynd.

Mint verður á, at tær skipanir, sum galda í Føroyum í dag, í mongum

førum byggja á danskar, búskaparligar og fyrisitingarligar fortreytir,

sum upprunaliga eru ætlaðar einum donskum tørvi. Tað er greitt,

at í einum fullveldi verður neyðugt við umskiping, samanlegging og

tillaging av stovnum og arbeiðsgongdum til føroysk viðurskifti – bæði

hvat viðvíkir fortreytum og tørvi. Hetta eigur at kunna hava við sær,

at umsitingin fer at kosta minni enn tað, sum tølini í hesum frágreiðingum

vísa.

2) Nógv av teimum økjum, sum her verða umrødd, eru yvirtikin eftir

§ 9 í heimastýrislógini. Har er skipanin formelt tann, at føroyingar

hava yvirtikið fyrisitingina av økjunum, men at staturin framvegis

hevur ein part av teirri fíggjarligu ábyrgdini. Við blokkstuðulskipanini

hevur staturin kortini givið heimastýrinum skylduna at rinda tann

partin av útreiðslunum, sum staturin hevur ábyrgdina av.

Blokkurin varð upprunaliga roknaður út soleiðis, at upphæddin

samsvaraði við tað, sum staturin hevði rindað á t.d. almanna- og

heilsuøkinum og undirvísingarøkinum. Stjórnin hevur sambært ríkislóg

ikki loyvi at rinda fyri øki, sum eru yvirtikin eftir § 2 í heimastýrislógini,

og tí er tað formelt framvegis so, at blokkurin bert fer til

§ 9-økini.

Men blokkurin verður ikki hildin fyri seg á fíggjarlógini. Reelt er í

dag talan um eina generella, árliga hækking av inntøkusíðu landskassans,

sum føroyskir myndugleikar ráða yvir. Tí ber illa til at gera

eina neyva greining av, hvar hesir pengar verða brúktir.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!