24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Peningahvítting

Fíggjarmálastýrið · 121

Lóggáva: Endamálið við lógini er at avmarka missin hjá privatum innsetarum,

sum hava pening á konto í peningastovni, sum fer á húsagang.

Missurin verður avmarkaður á tann hátt, at hesir innsetarar fáa

tryggjaðan fulnað fyri 300.000 kr., so teir sokallaðu smásparararnir

verða altíð tryggjaðir. Innskot á ávísum konti eru tó altíð fult tryggjað,

sama, hvussu stór upphæddin er. Hetta eru í høvuðsheitum lógarbundnar

konti og viðskiftakonti hjá sakførarum.

Tann stovnur, sum tryggjar alt hetta, er Innsetaratrygdargrunnurin.

Innsetaratrygdargrunnurin er sjálvsognarstovnur, sum er stovnsettur

og virkar sambært lóg.

Fyrisiting: Búskaparmálaráðharrin er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki.

Danska fíggjareftirlitið er eftirlit.

Fígging: Grunnurin er danskur, og fíggjarliga ábyrgdin er donsk. Undantikið

lógararbeiðið, eru ikki almennar útreiðslur av grunninum, tí

allar útreiðslur til rakstur og endurgjald til innsetarar verða rindaðar

av peningastovnunum eftir fíggjarstøðu teirra.

Viðmerkingar: Lógin um innsetaratrygdargrunn hevur gildi fyri bæði

Føroyar og Danmark. Hon fevnir tí um allar peningastovnar í báðum

londum og virkar sum ein tryggingarskipan, har allir peningastovnarnir

gjalda til skipanina, sum rindar privatum innsetarum upp til

300.000 kr., um ein stovnur fer á heysin. Hetta letur seg ikki gera í

Føroyum einsamøllum við bara fýra peningastovnum. Tí eigur at

verða biðið um samstarv við danir, so føroysku peningastovnarnir

framhaldandi verða við í skipanini við somu rættindum og skyldum,

sum teir donsku.

L. nr. 348 af 09.06.1993 om forebyggende foranstaltninger mod

hvidvaskning af penge som sat i kraft ved A. nr. 766 af

03.10.1997

Lóggáva: Lógin áleggur persónum og fyritøkum á peningaøkinum,

herundir peningastovnum og tryggingarfeløgum at hava mannagongdir,

sum skulu tryggja, at peningur, sum er vunnin við broti á

revsilógina, ikki verður umskiftur, móttikin, fluttur e.tíl.

Fyrisiting: Økið liggur hjá danska búskaparmálaráðharranum, og lóg-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!