24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

3.3 Løgregla

Løgmansskrivstovan · 83

Føroyingar hava ongar royndir í at umsita sivilrættarligu lóggávuna.

Hildið verður tí, at talan kann verða um at avtala eina skiftistíð upp

á millum 1/2 og 1 ár við ríkismyndugleikarnar, alt eftir, hvussu væl

starvsfólkini, sum verða sett til at røkja uppgávuna, kenna økið. Hugsað

verður serliga um viðgerð av umsóknum um fría rættargongd.

Løgregla 1

Lógargrundarlagið undir løgregluni er í rættargangslógini – í Føroya

føri er talan um lóg nr 92, 23. februar 1988, serstakliga kapitlarnir

10 og 11. Her er ásett, at løgreglan og ákærumyndugleikin eru partar

av løgreglu og ákærumyndugleika ríkisins.

Kortini er ásett í rættargangslógini, at føroyska løgreglan er ein

deild fyri seg. Hetta ber við sær, at løgreglufólk, ið skulu virka í Føroyum,

verða úrvald til útbúgving úr Føroyum, og útgangsstøðið er, at

tey eftir lokna útbúgving einans kunnu virka í Føroyum, tó at starvsfólkaumbýti

kann vera í serligum førum, og í serligum støðum kunnu

eisini donsk løgreglufólk verða skipað í starv í Føroyum.

Føroyar eru annars egið løgrøgludømi, eins hini í ríkinum, tó við tí

frábrigdi, at kriminalløgreglan – eins og í Íslandi – ikki er ein deild

fyri seg; men lógargrundarlagið er ikki heilt eins, tí broytingar í Danmark

ikki av sær sjálvum koma í gildi í Føroyum. Herafturat koma so

onkrir tilætlaðir munir, m.a. at Føroya landfúti – mótsett poilitimeistarum

í Danmark – eisini hevur ríkisákæraheimild.

Uppgávurnar hjá løgregluni

Høvuðsuppgávan hjá løgregluni er sambært grein 108 í rættargangslógini

at varðveita trygd, frið og skil, og at gera tað, sum skal til, fyri

at forða brotsverkum og kanna tey.

Føroya landfúti, (politimeistarin), hevur so harumframt ríkisákæraheimild,

og fútin hevur ábyrgdina av at samskipa tilbúgvingina í Føroyum.

Aðrar høvuðsuppgávur

Umframt nevndu uppgávur liggja ymiskar sivilrættarligar uppgávur

1 Pettið um løgregluna er grundað á skrivligar upplýsingar, sum eru fingnar frá fútanum,

ársfrágreiðingini hjá løgregluni fyri 1997, heimasíðuni hjá løgregluni (http://

www.politi.dk), danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999, virksemisroknskapinum hjá

løgregluni fyri 1997, heimasíðuni hjá íslendska Dóms- og kirkjuraðuneytinum (http://

brunnur.stjr.is/interpro/dkm/dkm.nsf/pages/forsida), og árbókini fyri Føroyar 1997.

Av tí at tilfarið er rættiliga umfatandi, er tað ikki prentað sum skjalatilfar, men er

tøkt í skjalagoymslunum á Løgmansskrivstovuni.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!