24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

272 · Hvítabók – Fylgibind 2

2. Lóggáva

Økið er felagsmál. Lógin varð í 1938 sett í gildi samstundis fyri alt

ríkið, bæði fyri Danmark, Føroyar og Grønland. Nýggj donsk lóggáva

er sett í gildi í Danmark á hesum øki, men lógin er enn ikki sett í

gildi fyri Føroyar.

Av tí at økið er felagsmál, er møguleiki fyri at seta nýggju, donsku

sinnissjúkralógina í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. Skulu

vit hava føroyska lóg, verður mælt til at gera skipanina einklari enn

ta donsku. Danska umsitingin av lógini er stór, og nýggja lógin krevur

enn meiri umsiting.

Vit hava yvirtikið fyrisitingarligu og lógarligu ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum,

(sí kap. 5). Sinnissjúkralógin er tengd at sjúkrahúsverkinum

og kundi tí hugsandi verðið yvirtikin.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Danski staturin ber útreiðslurnar sambært lógini.

Ognartøka til sjúkrahús

L. nr. 293 af 27.04.1949 om bemyndigelse for Færøernes landsstyre til

ekspropriation af grunde til anlæg af sygehuse i Tveraa og Thorshavn.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarmyndugleikin er Føroya landsstýrið.

Sambært hesi lóg verður Landsstýrinum heimilað at keypa ella

ognartaka øki, so at farið kann verða at byggja Tvøroyrar og Tórshavnar

sjúkrahús.

2. Lóggáva

Lógin er donsk og er sett í gildi í Føroyum beinleiðis av Fólkatinginum.

Lógin var bert ætlað til eitt ávíst endamál í 1949. Ætlanin við

lógini er útint.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Útreiðslurnar sambært lógini bar landskassin.

Landskassin hevur ongar útreiðslur av lógini longur.

Læknakanning av børnum

L. nr. 236 af 30.04.1946 om Lægeundersøgelse af børn.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!