24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

270 · Hvítabók – Fylgibind 2

Líkbrenning

føroyskar fiskimenn. Hesar broytingar komu í gildi í Føroyum í juni

1992.

Ætlanin við lógini, sum ásetir reglur um krígsendurgjald fyri seinna

veraldarbardaga, er útint, tá ið tey, ið lógin umfatar, ikki liva longur.

Tí verður ikki hildið at vera neyðugt at gera føroyska lóg á økinum.

Málsøkið er felagsmál, t.e., at fyrisitingarliga, fíggjarliga og lógarliga

er ábyrgdin hjá donskum myndugleikum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Fíggjarliga ábyrgd hevur danski staturin. Bæði av lógarumsiting og av

sjálvum krígsendurgjaldinum.

L. nr. 60 af 14.03.1931 om Ligbrænding.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru løgmálaráðharrin og løgreglan.

Uppgávan hjá løgmálaráðharranum sambært lógini er at áseta

neyvari reglur fyri líkbrenning. Løgmálaráðharrin skal góðkenna øll

líkbrenningarhús í ríkinum, og hann skal eisini góðkenna gravstaðin,

har øskan verður grivin. Hevur tann deyði viljað verðið grivin aðrastaðir,

enn vanligt er, kann løgmálaráðharrin loyva hesum. Skal øskan

av tí deyða verða send til annað land, skal loyvi verða fingið frá Løgmálaráðnum.

Uppgávan hjá løgregluni sambært hesi lóg er at kanna, at alt er í

lagi við líkinum, áðrenn tað verður brent. Um so er, kann løgreglan

geva eina skrivliga váttan um, at alt er rætt framfarið. Løgreglan skal

føra góðkenda protokoll um øll líkbrenningarhús og um hvørt lík, ið

brent verður. Líkbrenningarprotokollir og løgregluváttanir skulu altíð

vera tøkar hjá løgregluni, tá ið hon kemur á eftirlit.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um, hvussu fram eigur at verða farið, tá ið lík

verða brend og jarðað í danska ríkinum.

Fólkatingið hevur sett lógina í gildi fyri alt ríkið, t.e. fyri Danmark,

Føroyar og Grønland um somu tíð. Danska stjórnin hevur evnað lógina

og kunngerðina til.

Donsk kunngerð, sett í gildi sambært lógini:

– B. nr. 202 af 01.06.1937 om Regulativ for Udførelse af Ligbrænding.

Lógarøkið er felagsmál, men kemur undir lista A í heimastýrislógini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!