24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

114 · Hvítabók – Fylgibind 2

undir danska búskaparmálaráðnum. Avgerðir í Føroyum verða tiknar

av ríkisumboðnum og einum umboði, valdum av Landsstýrinum.

Landsstýrið hevur valt landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Tjóðbanki Danmarkar ger peningaseðlarnar, men Løgtingið og Forsætismálaráðið

samráðast um útsjónd.

Fígging: Fíggjarliga ábyrgdina av lógararbeiði hevur Búskaparmálaráðið.

Ábyrgdina av at gera nýggjar seðlar og skifta gamlar um hevur

Tjóðbankin, men ábyrgdina av nýggjum seðlaútgávum hava Búskaparmálaráðið

og Tjóðbankin í felag.

Donsk lóg um myntir

L. nr. 817 af 21.12.1988, Møntlov.

– A. nr. 692 af 11.10.1991 om udmøntning af indenlandsk skillemønt.

L. nr. 248 af 12.04.1949 om pengesedler m.v. på Færøerne.

Lóggáva: Lógin ásetir reglur fyri útgávu, framleiðslu, umsiting og innkalling

av donskum myntum.

Lógin er sett í gildi við kunngerð í Lovtidende, eisini fyri Føroyar.

Lógin um føroyskar peningaseðlar ásetir eisini, at danskir myntir

verða brúktir í Føroyum. Búskaparmálaráðið hevur eftir lógini

ábyrgdina av lógararbeiðinum.

Lóggávan fyri peningaverkið er donsk.

Fyrisiting: Búskaparráðharrin og Tjóðbankin kunnu sláa og útgeva

myntir. Tjóðbankin tekur sær av framleiðslu og umsiting. Stødd, virði

og útsjónd verða eisini ásett av Tjóðbankanum og kunngjørd við

kongligari fyriskipan.

Fígging: Fíggjarliga ábyrgdina av lógararbeiðinum hevur Búskaparmálaráðið.

Ábyrgdina av at gera nýggjar myntir og umsita myntverkið

hevur Tjóðbankin, men ábyrgdina av nýggjum myntútgávum hava

Búskaparmálaráðið og Tjóðbankin í felag.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!