24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Suðuroyar sjúkrahús

Heimarøktin

Almanna- og heilsumálastýrið · 355

Av formligum avtalum hevur sjúkrahúsið avtalur viðv. byggiráðgeving

og viðgerð av sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum.

Óformligar avtalur eru t.d. um lóggevandi krøv av røntgentólum,

kanningar á Medicinsk Laboratorium og Statens Seruminstitut, kanningar

av narkosutólum og avtalur um lógarkrøvum viðvíkjandi Dansk

Brandteknisk Institut, herundir árliga sýning av sprinklaraskipan.

Heimarøktin hevur hvørki formligar ella óformligar avtalur við Danmark,

men sjálvt um ongar beinleiðis avtalur eru, metir stovnurin, at

hann reint fakliga er sera bundin at teimum menningarmøguleikum,

sum eru í Danmark og øðrum Norðurlondum.

DANSKIR STOVNAR Í FØROYUM

Landslæknin

Landslæknin er statsstovnur undir Sundhedsstyrelsen. Stovnurin vísir

til „Anordning om ikrafttræden på Færøerne af den danske lov om

embedslægeinstitutioner m.v. af 15. juni 1973,“ sum varð sett í gildi

fyri Føroyar 1. august 1995.

Landslæknin hevur ongar formligar ella óformligar avtalur við

Danmark, men kann venda sær til stovnar í Danmark, uttan at hetta

kostar nakað.

Stovnar, ið landslæknin serliga samstarvar við, eru:

1. Sundhedsstyrelsen viðv. hagtølum.

2. Lægemiddelstyrelsen viðv. loyvum til læknar at nýta óskrásettan

heilivág og at avgreiða umsóknir um serligt tilskot til heilivág.

3. Levnedsmiddelstyrelsen.

4. Statens Seruminstitut viðv. smittandi sjúkum, koppseting og fyribyrging.

5. Nævnet for helbredsbedømmelser i tjenestemandssager viðv.

fyrispurningum um serliga trupul mál. Hesir fyrispurningar kosta

uml. 850,- kr. hvørja ferð, og verður peningurin goldin av tí

stovni, ið setir fyrispurningin, men avgreiðir landslæknin sjálvur

fyrispurningarnar, eru teir ókeypis.

6. Embætislæknastovnar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!