24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

340 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 6

Føroyskar løgtingslógir annars á almanna- og

heilsuøkinum

Inngangur

Á almanna- og heilsuøkinum eru fleiri løgtingslógir settar í gildi uttan

formligar samráðingar við donsku stjórnina og eru sostatt ikki yvirtiknar

sum sermál. Sambært heimastýrislógini verður eitt málsøki

yvirtikið sum sermál sambært lista A eftir áheitan frá heimastýrinum

ella donsku stjórnini. Hetta verður tulkað soleiðis, at um ein slík yvirtøka

skal fara fram, skal heimastýrið formliga boða donsku stjórnini

frá, at tað vil yvirtaka økið.

Heimastýrið hevur sett lógirnar í gildi uttan at boða donsku stjórnini

frá, sum ásett er í heimastýrislógini.

Tey málsøki, sum eru yvirtikin sum sermál sambært § 2 í heimastýrislógini,

eru apoteksverkið, sum var yvirtikið sum sermál í 1948,

og vanlukkutryggingarøkið, sum var yvirtikið í 1980.

Bjálvingarstuðulslán til pensiónistar

Ll. nr. 40 frá 07.05.1991, seinast broytt við Ll. nr. 29 frá 14.02.1995.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarmyndugleikar sambært lógini eru Húsalánsgrunnurin,

Orkuráðið, Almannastovan, landsstýrismaðurin í almannamálum og

kærunevndin í almannamálum.

Húsalánsgrunnurin umsitur lógina og tekur avgerð um bjálvingarstuðulslán.

Grunnurin kann, um tað er neyðugt, útvega sær upplýsinger,

ráð og leiðbeining frá Almannastovuni. Undir Húsalánsgrunninum

er ein bjálvingarstuðulslánsgrunnur, sum fær játtan á løgtingsfíggjarlógini

á hvørjum ári.

Almannastovan hevur skyldu til at upplýsa Húsalánsgrunninum,

um umsøkjarin er pensiónistur, og um viðurskiftini hjá honum annars.

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur til uppgávu at gera

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!