24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

216 · Hvítabók – Fylgibind 2

Um Føroyar fáa fullveldi, eigur føroysk fjølmiðlaábyrgdarlóggáva at

verða gjørd, sum hevur líknandi innihald, sum tann danska.

Fyrisiting

Í ríkislógartilmælinum verður § 41 orðað soleiðis: „Der oprettes et

særligt færøsk Pressenævn bestående af en formand og en næstformand

og 6 andre medlemmer, der beskikkes af justitsministeren. Formanden og

næstformanden, der skal være jurister, beskikkes efter udtalelse fra sorenskriveren,

2 medlemmer beskikkes efter udtalelse fra Færøernes Journalistforbund

(Blaðmannafelagið), 2 medlemmer beskikkes til at repræsentere

de redaktionelle ledelser i den trykte presse og radio og fjernsyn efter

udtalelse fra Færøernes Akademi.”

Eftir hesum at døma er tað danski løgmálaráðharrin, sum er fyrisitingarmyndugleikin.

Ein føroysk fjølmiðlaábyrgdarlóg eigur at verða fyrisitin av Lógardeildini

á Løgmansskrivstovuni ella í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.

Mett verður ikki, at neyðugt verður við formligum fyrisitingarligum

samstarvsavtalum við danir á hesum øki, um føroysk lóg

kemur í staðin fyri eina danska.

Fígging

Í donsku lógini er tað tann danski løgmálaráðharrin, sum er fyrisitingarligi

myndugleikin og tískil hevur ábyrgd av møguligum útreiðslum

av at umsita lógina. Hvussu hetta eigur at verða skipað í Føroyum

við møguligum fullveldi, er ivasamt, men hildið verður, at Lógardeildin

á Løgmansskrivstovuni ella Mentamáladeildin í Undirvísingar- og

mentamálastýrinum eigur at hava fíggjarligu ábyrgdina.

1.3. Kongliga Leikhúsið

L. nr. 40 af 14.02.1935 om Det Kongelige Teater og om oprettelsen af

en kulturel fond, som ændret ved L. nr. 174, 13.04.1938.

Lóggáva

Lógin fevnir serliga um danska Kongliga Leikhúsið. Lóggávan fevnir

eisini um ein mentanarligan grunn, sum eigur at stuðla tónlist, serliga

í leikhúsins tænastu.

Fyrisiting

Det Kongelige Teater er ein statsfyritøka undir danska Mentamálaráðnum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!